– Við støði í tíðindafundi Løgmans í gjár verður boðað frá, at fólkakirkjan varisliga letur uppaftur í viku 20. Talan er um alt virksemi hjá fólkakirkjuni, verður boðað frá á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni í dag.
Fyrsta gudstænastan verður sunnudagin 17. mai, og gudstænastan verður skipað sambært almennu tilmælunum, t.d. reinføri og fjarstøða. Fyribils verður tó hvørki dópur ella altargongd undur gudstænastunum, og talið á luttakarum verður avmarkað.
Dómpróstur og biskupur koma at gera neyvari ásetingar og leiðbeiningar við atliti at gudstænastum og tænastum prestanna.
Eftir ætlan hava kirkjuráðini og sóknarprestarnir í seinasta lagi tilmæli frá leiðslu kirkjunnar leygardagin 9. mai. Tilmælið verður orðað í neyvum samstarvi við politiska og heilsufrøðiliga myndugleikan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald