Mentan

Gull til gullið hjá Føroya Bjór

Á World Beer Awards fekk Føroyar Bjór gull heiðursmerki

2023-09-22 13:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroya Bjór hevur vunnið Gull heiðursmerki á World Beer Awards, ið er ein altjóða kapping og góðskumeting av øli.

Hetta skrivar bryggjaríið í fráboðan.

Fleiri enn 2000 ymiskar øl luttóku frá 50 ymiskum londum. Møguleiki var at vinna gull, silvur, bronsu.

- Vit stremba hvønn dag eftir besta smakkinum, og at gera eitt gott góðskuarbeiði. Tískil er eitt Gull heiðursmerki, eitt stórt herðaklapp til starvsfólkið, sigur Føroya Bjór.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder