Innanlands

Gullak A. Madsen er aftur góður fyri milliardina

Pengarnir, sum vórðu brúktir til at keypa eigara út, eru vunnir innaftur, skrivar danskur miðið

Gullak A. Madsen (Savnsmynd)

Gullak A. Madsen (Savnsmynd)

2020-05-27 16:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kvívíkingurin Gullak A. Madsen, reiðari í Hirtshals, er nú aftur milliardingur. Ein ósemja í felagnum, sum endaði við at Gullak Madsen valdi at keypa Óla Nattested úr felagnum hevði við sær, at Gullak ikki longur var milliardingur á pappírinum.

Men nú er hann aftur góður fyri meira enn milliardina. Tað skrivar danski miðilin finans.dk 

Hetta er greitt eftir at reiðarin í Hirtshals hevur selt fiskakvotur fyri eina trísiffraða milliónaupphædd, skrivar finans.dk.

Gullak Arngrimsson Madsen eigur reiðaríið Ruth gjøgnum íløgufelagið GMT Holding ApS, sum í fjør hevði ein vinning eftir skatt á 128 milliónir krónur.

Føroyingurin hevur vunnið hópin av pengum við at selja burturav sínum kvotum. Hann eigur í dag umleið 10 prosent av øllum donsku kvotunum, og tær hava eitt virði á 800 milliónir krónur, skrivar finans.dk.

Óli Nattestad, sum Gullak Madsen keypti úr reiðarínum Ruth, er maðurin, sum saman við konuni Ann Dorith í fjørsummar setti pengar í Sandoy Seafood, flakavirkið í Skopun, so tað kundi lata uppaftur.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder