Aftaná aðalfundin í Norðoya Javnaðarfelag í vikuni var greitt, at Gunnvá Tróndardóttir Joensen er nýggj forkvinna í felagnum. Petur Martin Hansen, sum hevur verið formaður seinastu átta árini, valdi at leggja frá sær, og tí skuldi nýtt forfólk finnast.
Gunnvá Tróndardóttir Joensen er 37 ára gomul og býr í Klaksvík. Hon er gift og eigur tríggjar døtur. Gunnvá hevur stillað upp fyri Javnaðarflokkin bæði til kommunuval, fólkatingsval og løgtingsval, og nú hevur hon valt at taka við sum forkvinna í lokala felagnum.
- Tađ verða stórir skógvar at fylla eftir Petur Martin, men eg fari at gera mítt besta fyri at lyfta uppgávuna saman viđ restini av teimum garvađu í nevndini og felagnum. Eg eri eyðmjúk um sessin, og fyrsta tíđin fer nokk viđ at royna at seta seg inn í ymisku uppgávurnar, og hvussu alt hongur saman. Hóast felagið hevur gjørt eitt stórt arbeiði seinastu árini, so kunnu vit altíð royna at gerast enn meira sjónlig í lokalsamfelagnum og vísa á, hvussu vit kunnu røkka einum javnari samfelag, sigur Gunnvá Tróndardóttir Joensen, nýggj forkvinna í Norðoya Javnaðarfelag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald