Innanlands

Hættislig støða í ferðavinnuni

Blaðið Vikuskifti: Støðan er álvarslig hjá flestu veitarum í ferðavinnuni. Meðan tað eru fyritøkur, sum hava mist upp í 90 prosent ella meira av sínum umsetningi, so hevur vinnan undir einum helst mist upp móti 75 prosentum av samlaðu inntøkunum, sigur stjórin á Visit Faroe Islands

Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands (Mynd: Jens Kr. Vang)

Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-10-31 14:35 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

- Ferðavinnan er rakt yvir alla linjuna. Tá fyrsta liðið, sum er flutningur, hvørvur, so sigur tað seg sjálvt, at hetta fær sera stóra ávirkan á alla vinnuna. Eg rokni við, at tað hevur næstan hálverað talið av størvum í vinnuni.

- Bara í Atlantsflog eru tey 100 færri, og fyri hotell-, matstovu- og incomingvinnuna er støðan eisini sera álvarslig, so har eru helst eini 3-400 fólk afturat, sum fyritøkurnar fyribils máttu vinka farvæl til. Tað skal so sigast, at onkrar oyggjar hava havt fleiri vitjandi, serliga Suðuroyggin, har tey vitjandi fyrst og fremst hava verið føroyingar. Høvuðsorsøkin er helst, at tað í stóran mun ikki hevur borið til hjá okkum at ferðast út í heim, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.

Hon heldur at hjálparpakkarnir sum vórðu latnir fyrr í ár áttu at verið longdir. Tað er tó einki sum bendir á hetta.

- Tann fyrsti hjálparpakkin við Als-skipanini gjørdi stóran mun, men teir seinnu hava ikki hjálpt nevnivert. Hjálparpakkarnir áttu at verið størri og sjálvandi eisini longdir. Í Danmark og aðrastaðni eru hjálparpakkarnir longdir, men tíverri bendir einki í løtuni á, at hetta verður gjørt í Føroyum.

Les alla ókeypis greinina í Blaðnum Vikuskifti, sum er nýggja blaðið hjá Portalinum, og sum kemur út hvønn leygarmorgun klokkan 7.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder