Í tíðarskeiðnum oktober 2023 til september 2024 vórðu 12,5 milliardir útgoldnar í A-skattaðum lønum.
Tað eru slakar 640 milliónir krónur, ella 5,3 prosent, meira enn undanfarnu 12 mánaðirnar.
Stígur kom í lønargjaldingarnar, tá koronafarsóttin rakti í 2020, men seinna hálvár í 2021 vendi gongdin, og lønirnar hava havt ein rættiliga javnan vøkstur síðan, skrivar Hagstovan.
Vøksturin hjá kvinnum hevur verið meira javnur seinastu árini, meðan lønargongdin hjá monnum í størri mun varð ávirkað, tá koronufarstóttin rakti.
Í longri tíðarskeið hava menninir forvunnið umleið 60 prosent og kvinnurnar 40 prosent av samlaðu lønunum.
Vøksturin í lønargjaldingunum seinasta árið var tó størri hjá kvinnum enn hjá monnum samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar.
Lønin hjá kvinnum var 400 milliónir, ella sløk níggju prosent størri, meðan lønin hjá monnum er vaksin við 240 milliónum sum svarar til góð trý prosent.
Kvinnur, ið arbeiða hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði, eiga størsta partin av vøkstrinum við 336 milliónir krónur ella 11,4 prosentum, skrivar Hagstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald