Ferðafólkatalið í Føroyum er støðugt vaksandi. Í seinastu viku kunngjørdi Vága Floghavn tølini fyri 2019, og ferðslan var methøg. Tølini vístu, at beint undir helmingurin (47 prosent) av teimum skrásettu, ið ferðaðust umvegis flogvøllin, ikki vóru føroyingar.
Les eisini: Ongantíð áður hava so mong ferðast um Vága Floghavn
Gistingarhagtøl vórðu fyrstu ferð skrásetti í 2013. Síðani hevur ein støðugur vøkstur verið at sæð, men vøksturin í fjør var serliga stórur. Hetta skrivar Hagstova.Føroya.
Sum vanligt eru flest skrásettar gistingar hjá fólki, sum eru búsitandi í Danmark. Í 2019 var talan um 30 prosent av teimum 168.000 skrásettu. Stórur vøkstur er eisini frá londum sum Bretlandi (37 %), Fraklandi (46 %) og Spania 65 (%).
Størsta minkingin í gistinætum er hjá føroyingum sjálvum - næstan 2.000.
Uppgerðin av gistingarhagtølum, ið er kunngjørd í dag, fevnir ikki um Airbnb. Hetta er tí, at Hagstovan ikki hevur atgongd til upplýsingar um gistingar av hesum slagi.
Sí øll hagtølini á heimasíðuni hjá Hagstovuni
Innanlands
Hagstovan: 168.000 skrásettar gistingar í 2019
Hetta eru 16.500 fleiri - 11 prosent - enn í 2018. 30 prosent vóru fólk búsitandi í Danmark. Stórur vøkstur er í gistingum frá londum sum Bretlandi, Fraklandi og Spania
2020-02-18 14:48
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald