Innanlands

Hagstovan: Burðaravlopið gevur vaksandi íkast til fólkatalið

Seinastu 12 mánaðarnar er burðaravlopið vaksið, meðan nettotilflytingin er minkað

Mynd: Hagstovan

Mynd: Hagstovan

2021-04-12 15:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

1. mars í ár var fólkatalið í Føroyum 53.108 – ein vøkstur á 809 fólk ella 1,5 prosent í mun til somu tíð í fjør. Hetta er næstan sami vøkstur sum undanfarna 12-mánaðarskeiðið, tá vøksturin var 823 fólk ella 1,6 prosent.

Stóri fólkavøksturin seinastu sjey árini er í størstan mun komin av eini stórari nettotilflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting, red.), og í minni mun frá burðaravlopinum (munurin millum fødd og deyð). Men sambært Hagstovuni er hetta nú broytt nakað, tí seinasta árið hevur burðaravlopið givið eitt størri íkast til fólkavøksturin.

Nettotilflytingin minkaði

Seinastu 12 mánaðirnar er burðaravlopið 66 fleiri enn undanfarna 12-mánaðarskeið, meðan nettotilflytingin er 80 færri.

Vøksturin í burðaravlopinum vigar tó upp ímóti minkingini í nettotilflytingini, og sostatt er talan um sama góða rákið í fólkavøkstrinum, sum vit hava sæð seinastu sjey árini.

Tann mest avgerandi tátturin í gongdini í føroyska fólkatalinum hevur verið flytingin millum Føroyar og útlond. Seinastu sjey árini hava vit sæð, at fleiri flyta til Føroya og færri flyta úr Føroyum. Hetta hevur givið eitt stórt og vaksandi íkast til fólkavøksturin. Tó er hendan gongdin broytt nakað seinasta árið, og stóra tilflytingin økist ikki longur, men er heldur minkandi. Fráflytingin heldur tó eisini fram við at minka nakað, sum árini frammanundan.

Samanlagt er úrslitið, at hóast nettoflytingin til Føroya nú tykist at minka nakað, er hon tó enn søguliga stór, skrivar Hagstovan.

[object Object]

Føðitalið tað størsta síðan 1990ini

Føðitalið seinastu 12 mánaðirnar – í tíðarskeiðnum 1. mars 2020 – 1. mars 2021 – var gott hálvthundrað størri í mun til undanfarna 12-mánaðarskeiðið – 722.

Tað er tað størsta talið síðan mitt í 1990unum. Hetta kann vera eitt úrslit av minni fráflyting og stórari tilflyting av ungum ættarliðum seinastu árini, og at deyðstalið samstundis er minkað eitt sindur seinasta árið.

Seinastu 12 mánaðirnar er burðaravlopið vaksið við 66 í mun til undanfarna 12-mánaðarskeið, so tað nú liggur á 338. So stórt hevur burðaravlopið ikki verið síðan ár 2000.

Um mann roknar føðital, deyðatal og bruðaravlop í mun til fólkatalið, er føðitalið tað størsta síðan 2008, deyðatalið tað minsta síðan 2010, og burðaravlopið tað størsta síðan 2004.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder