– Í 2019 vórðu 21 fosturtøkur framdar í Føroyum. Hetta er sama lága støði, sum hevur verið seinastu 5 árini. Tá talið var størst seinni helvt av 1980unum, var tað meir enn 80 fosturtøkur um árið og er talan sostatt nú um ein fjórðing av tí, sum var fyri góðum tríati árum síðani, skrivar Hagstovan.
Hagstovan vísir á, at hóast tølini kunnu sveiggja nógv frá einum ári til annað, er gongdin greið. Talið á fosturtøkum hevur verið alsamt minkandi.
Eitt nú kann nevnast, at:
- Í seinni helvt av 1980unum var talið á fosturtøkum av tí mesta, um 80-85 árliga.
- Fyrru helvt av 1990unum minkaði tað niður móti 60.
- Seinni helvt av 90unum niður um 50.
- Eftir aldarskiftið í 00unum niður móti 40.
- Í fyrru helvt av 2010unum niður móti 30.
- Nú í seinni helvt av 2010unum niður móti 20.
Tá hugt verður eftir aldursbýtinum, hevur mynstrið seinastu árini verið tað sama sum í 90unum og fyrst í 00unum. Lægsti títtleikin er hjá teim yngstu kvinnunum, og so veksur tað til tað mesta í aldursbólkinum 25-29 ár, og minkar síðani stútt niður í lítið og onki hjá teim elstu 40 ára gomlu og eldru.
Verður fosturtøkutalið í Føroyum samanborið við onnur lond, er lægsti títtleikin at finna í Føroyum. Í ES sum heild er hann 8 ferðir hægri enn í Føroyum, og í Danmark og Íslandi er hann 12 ferðir hægri.
Sí meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald