2024-10-15 17:51
Í september vóru 29.584 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 231 persónar fleiri enn í september í fjør, ein vøkstur á 0,8 prosent.
Í starvsfólkaskaranum vóru knapt 15.100 men og 14.500 kvinnur.
Hjá kvinnum vóru 129, ella 0,9 prosent, fleiri samanborið við september í fjør. Hjá monnum var vøkstur á 0,7 prosent, ella 102 starvsfólk.
Um hugt verður eftir aldursbýtinum sæst, at størsti aldursbólkurin í september var tey starvsfólk, sum vóru millum 30 og 39 ár. Tey telja góð 20 prosent. Yvir 54 prosent av starvsfólkunum eru tó 40 ár ella eldri, skrivar Hagstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald