Innanlands

Hagstovan: Lága arbeiðsloysið stendur við

Í oktober var arbeiðsloysið 0,8 prosent og er nú aftur metlágt. Lægsta arbeiðsloysið varð annars mált mánaðin fyri, tá var tað 0,9 prosent. Lægsta arbeiðsloysið var í Norðurstreymoy, og arbeiðsloysið var størst í Suðuroynni.

Mynd: Hagstovan

Mynd: Hagstovan

2020-01-03 12:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Arbeiðsloysið var 0,8 prosent í oktober í fjør samanborið við 1,2 prosent í oktober 2018. Tað svarar til knappliga 250 fulltíðararbeiðsleys, og gongdin vísir, at lága arbeiðsloysið stendur við, sigur Hagstovan.

Í oktober var arbeiðsloysið hjá kvinnum eitt lítið sindur hægri enn hjá monnum. Hjá monnum var talið 0,8 prosent, og hjá kvinnum var talið 0,9 prosent. Um somu tíð í 2018 var arbeiðsloysið hjá monnum 1 prosent og hjá kvinnum 1,4 prosent.

Hagstovan upplýsir, at stívliga helvtin av teimum arbeiðsleysu hava verið arbeiðsleys styttri enn 3 mánaðir.

Arbeiðsloysið var størst í Suðuroynni – 1,6 prosent. Lægsta arbeiðsloysið var í Norðurstreymoy – 0,4 prosent. Hetta er minni enn í oktober 2018, tá arbeiðsloysið í nevndu økjunum var ávikavíst 2,5 prosent og 0,7 prosent.

Øll hagtølini síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder