Í oktober var mánaðarliga miðallønin hjá føroyingum 37.400 krónur, sum er nærum eitt prosent hægri samanborið við oktober í fjør, skrivar Hagstovan.
Í oktober fingu menn 44.500 krónur í miðal - 30 prosent hægri enn miðallønin hjá kvinnum, sum var 31.000 krónur í miðal.
Samanborið við sama mánað árið fyri, er útgoldna miðallønin vaksin við 0,3 prosentum hjá monnum og 1,8 prosentum hjá kvinnum.
Tá miðallønin verður roknað, verður tó ikki tikið hædd fyri arbeiðstíð, skrivar Hagstovan. Miðallønin verður roknað við at býta samlaðu lønina við tal á persónum, sum fáa løn.
Les eisini: Góðar 14 milliardir útgoldnar í lønum seinastu 12 mánaðirnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald