Uttanlands

Haiti: Drápsmenninir funnir og myrdir

Løgreglan í Haiti sigur seg hava dripið menninar, ið lupu á og drupu landsins forseta í gjáranáttina

Tíðindafólk fylgja hendingunum frammanfyri eini mynd at dripna forsetanum (Mynd: EPA)

Tíðindafólk fylgja hendingunum frammanfyri eini mynd at dripna forsetanum (Mynd: EPA)

2021-07-08 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fýra mans, sum vóru undir illgruna fyri at hava dripið forsetan í Haiti, Jovenel Moïse, vórðu í gjár skotnir av trygdardeildum hjá løgregluni í høvuðsstaðnum í Haiti, Port-au-Prince í gjár. Tað skrivar BBC við løgregluni í Haiti sum keldu.

Tveir aðrir mans eru handtiknir, og løgreglan stríðist framvegis við nakrar afturat, sum eru undir illgruna fyri at standa aftan fyri álopið á forsetan, upplýsir løgreglan.

- Eisini teir verða dripnir ella tiknir til fanga, sigur Leon Charles, politiovasti.

53 ára gamli forsetin í Haiti, Jovenel Moïse, var so illa særdur, at hann seinni doyði, tá ókendir menn trongdu seg inn í heim hansara gjáranáttina.

Les eisini: Forsetin dripin í egnum heimi

Ókendu byrsumenninir trongdu inn um fimm tíðina um morgunin – klokkan eitt okkara tíð. Forsetin varð dripin, meðan kona hansara, Martine Moïse, yvirlivdi. Hon er flutt við flogfari til Florida, har hon nú fær viðgerð á sjúkrahúsi, skrivar BBC.

Støðan hjá henni er kritisk, men stabil, skrivar BBC.

[object Object]
(Mynd: EPA)

- Fýra leiguhermenn vórðu dripnir og tveir vórðu handtiknir, segði Leon Charles, politiovasti, í eini fráboðan í sjónvarpinum í gjárkvøldið. Hann upplýsti eisini, at trý løgreglufólk, ið vórðu tikin til fanga, nú eru sloppin leys aftur.

Fyribils forsætisráðharrin í Haiti, Claude Joseph, mælir fólkinum til at halda seg friðarlig, og hevur lýst landið í undantaksstøðu.

Jovenel Moïse gjørdist forseti í Haiti í 2017, men seinastu tíðina hava stór mótmæli verið í landinum við kravi um, at hann leggur frá sær.

Haiti hevur seinastu nógvu árini verið rakt av politiskari óvissu, statskvettum, harðskapi og náttúruvanlukkum, og hetta hevur gjørt Haiti til fátækastu tjóðina í Amerika, skrivar BBC. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder