Innanlands

Halda seg kenna orsøkina

Men tað ganga nakrar vikur áðrenn sjófrágreiðingin verður liðug. Tá verður støða tikin til um nakar skal ákærast í málinum

Arctic Voyager rendi á land á Enni í Fuglafirði (Mynd: Tórik Ábraham Rouah)

Arctic Voyager rendi á land á Enni í Fuglafirði (Mynd: Tórik Ábraham Rouah)

2019-11-09 17:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Vit halda okkum kenna orsøkina til, at skipið fór á land, men hetta mugu vit fáa staðfest við vissu.

Tað sigur Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum, við Kringvarpið um sjófrágreiðingina í sambandi við at uppsjóvarskipið Arctic Voyager sigldi á land í Fuglafirði.

Sjófrágreiðingin er ikki liðug enn, og tað ganga væntandi nakrar vikur áðrenn hon er klár, og ein endalig niðurstøða er tøk, sigur Hans Johannes á Brúgv.

Tá verður støða tikin til, um nakar skal ákærast í málinum.

Les eisini: Skiparin var ikki ávirkaður

Les eisini: Botnurin fekk skaða

Soleiðis sá út 4. november um hálvgun eitt tíðina um náttina, tá Arctic Voyager slapp leysur (Upptøka: Tórik Ábraham Rouah)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder