2024-08-09 08:15
Løgreglan hevur sett navn á gerningsmenninar í teimum báðum harðskapsmáluum á Tórsfest 26. juli. Báðir teir álopnu brutu kjálkabeinið, men talan var um hvør sítt mál.
Fleiri vitni eru avhoyrd, men enn eru teir báðir, sum hildið verið, eru gerningsmenn, ikki avhoyrdir.
Heldur ikki er nakar handtikn í málinum.
Løgreglan heitti í gjár á fólk, sum hava videoupptøkur av harðskapinum, at seta seg í samband við teirra, men enn hevur eingin gjørt tað. Áheitanin stendur tí við.
Les eisini: Enn ongin handtikin í harðskapsmáli
Les eisini: - Óvist um sonurin verður til at kenna aftur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald