2021-04-10 09:56

Seinastu dagarnar hava verið merktir av nógvum kava og frost, og hált hevur verið um alt landið. Hetta elvdi so til tvey ferðsluóhapp í gjár.
Tað fyrra óhappið hendi í Leynatunnlinum, har ein bilur endaði við at renna inn í tunnilsveggin. Í hesum sambandi fekk bilurin eitt sindur av skaða, men eingin fólkaskaði var.
Seinna óhappið var í Havn, har ein bilur fór út av Ringvegnum. Har var tó heldur ikki talan um fólkaskaða, sigur løgreglan.
Landsverk heitir í morgun á bilførarar um at koyra varliga, tí at hált er í støðum um alt landið. Sí koyrilíkindini her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald