Halleluja Sofus gevur út nýtt staklag

Altíð Elska Teg eitur nýggja lagið hjá Halleluja Sofus. Orðini til lagið eigur Edmund Jacobsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-12-31 09:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sofus Hansen - heimskendur í Føroyum sum Halleluja Sofus - hevur ikki einans hildi frí í jólamánaðanum. Tvørturímótið! Hann hevur nevniliga verði í studio og tikið upp eitt nýtt staklag - “Altíð Elska Teg”.

Talan er um ein traditionellan, stillan og vakran country-sang, sum Arni Carlsen hevur smíðað. Orðini eigur Edmund Jacobsen. Nevnast kann, at Arni og Edmund spæla og gera løg saman í bólkinum 2SOME.

- Eg havi leingi hugsa um at innspælt eitt nýtt føroykst lag, so tá ið vinmaðurin Arni kom við hesum lagnum, so var einki at ivast í, sigur Sofus Hansen.

Nógv gott fólk
Á “Altíð Elska Teg” luttaka fleiri góðir tónleikarar - og ikki minst hevur Jákup Zachariassen ein stóran leiklut. Umframt at hava lagt sangin til rættis, so spælir Jákup tangentar, akustiskan guitar, elguitar og steelguitar.

Kórrøddirnar eiga Laila Carlsen og Jónas Gaard, meðan Eyðun Johannsen spælir bass. Josva Debes spælir trummur.

Miksað og mastrað hevur Óli Poulsen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder