Mentan

Biskupur við nýggjari bók

Jógvan fríðriksson hevur givið út bókina "Sig tað við einum orði 3", sum inniheldur 101 stuttlestrar.

2026-11-29 16:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

"Sig tað við einum orði 3" er eitt savn við 101 stuttlestrum. Lestrarnir eru lættir at lesa og hava sum aðalmál at gagna kristnu trúnni og trúarlívi hins einstaka.

Lestrarnir eru einfaldir og seta ikki krøv til djypri hugsan enn hana, at trúarlívið endurspeglast í teimum smáu løtunum gerandis og heilagt.

Forlagið Vøkstur gevur bókina út. Katrin Joensen eigur myndirnar í bókini.
Bókin er 229 síður og er til keyps í bókabúðunum.

Fólkakirkjan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder