Hetta vikuskiftið fer føroyski countrykongurin, Hallur Joensen, at hava tvær konsertir í Hetlandi.
Hallur hevur fleiri ferðir verið í Hetlandi og framført hesi seinastu árini. Hann er so mikið væl umtóktur, at hann hevur verið biðin um at koma aftur hvørja ferð hann hevur vitjað.
Fyrstu ferð var í 2012 til Tomas Fraser festivalin har. Ætlanin var at Hallur skuldi spæla í Hetlandi í 2020, men tá varð avlýst vegna covid-19, so nú vitjar hann aftur.
Guitar- og mandolinspælarin Beddi Hansen er, sum altíð, saman við honum, og í ár verður bassleikarin Pauli Magnusen eisini við á fyrsta sinni.
Fríggjakvøldið spæla teir í Rankin Lounge í bygdini Aith (merkir eiði), nakað norðan fyri Lerwick, og leygarkvøldið spæla teir á Shetland Hotel í Lerwick. Afturat teimum verða eisini lokalir tónleikarar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald