Mentan

Hallur og teir sungu á rakettstøðini

Hallur Joensen, Beddi Hansen og Pauli Magnussen vitjaðu í Hetlandi um vikuskiftið

2022-09-20 10:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Farna vikuskiftið var countrykongurin Hallur Joensen við feløgum sínum Beddi Hansen og Paula Magnussen á vitjan í Hetlandi.

Hallur hevur í fleiri ár verið fastur gestur í Hetlandi, har hann er rættiliga væl dámdur síðan hann fyri um tíggju árum síðani fyri fyrstu ferð var gestur á Thomas Fraser festivalinum har.

Umframt almennu framførslurnar í Aith fríggjakvøldið og Lerwick leygarkvøldið, vóru teir sunnudagin ein túr á norðastu oynni, Unst, har teir eru í gongd við at byggja eina nýggja rakettútskjótingarstøð.

Saxa Vord Spaceport er rættiliga virkið á netinum, har tey javnan hava poddvarp, og so verður eisini skipað fyri konsert á netinum hvønn sunnudag. Tað eru tveir siðbundnir tónleikarar, sum undirhalda við siðbundnum bretskum, serliga hetlendskum, tónleiki.

Sunnudagin høvdu teir serliga vitjan av trimum føroyskum spælimonnum, sum undirhildu við góðum og kendum countrytónleiki, sum varð væl móttikin í Hetlandi.

Øll framførslan sæst herundir:

Tað sær út til, at framførslan ikki kann fellast inn í greinina her, men trýst á "watch on Facebook", har ber til at síggja og hoyra framførsluna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder