Innanlands

Hált í fleiri støðum og nógv jarðrok á Gjáarvegnum

Hálkufráboðanir í stórum parti av landinum í kvøld

(Mynd: Landsverk)

(Mynd: Landsverk)

2021-04-09 20:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Landsverk hevur í kvøld hálkufráboðanir um stóran part av landinum, og á Gjaarvegnum eru vánalig koyrilíkindi. Har er nógv jarðrok í ælunum.

Hálkufráboðaninar eru heilt av Viðareiði, á Tjørnuvíkarvegnum, á Høgareyni á Vestmannavegnum, á Hálsinum í Sandavági, og á Sundi.

Á Oyggjarvegnum gavst Landsverk at grava klokkan 19.

Síggj koyrilíkindi hjá Landsverki her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder