Innanlands

Hálvmaraton ávirkar ferðsluna í Vágum

Í sambandi við Føroya vakrasta hálvmaraton verður Gásadalstunnilin og Vatnavegurin stongdur nakrar tímar fyrrapartin

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-09-04 09:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við, at Føroya vakrasta hálvmaraton úr Gásadali til Sandavágs verður í dag, hevur Landsverk avgjørt at stongja Gásadalstunnilin og Vatnavegin.

Gásadalstunnilin verður stongdur frá kl. 9.30 til 11.30, og Vatnavegurin verður stongdur frá kl. 11.30 til 13.30. Strekkið, ið verður stongt er frá rundkoyringina við FK í Miðvági til omankoyringina á flogvøllinum. Tó verður møguligt at koyra í gjøgnum frá Miðvági kl. 13.00 og frá fløgvøllinum kl. 13.15.

Landsverk heitir á bilførarar um at vísa stórsta varsemi á rutuni, har runnið verður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder