
Tann 18. September vóru tvey størri ruddingarátøk í Runavíkar kommunu í sambandi við átakið Rudda Føroyar. Annað var í Funningsfirði og hitt á Skipanesi.
Ruddað var fram við sjóvarmálanum og har var nógv fingið av skafti, skrivar heimasíðan hjá Runavíkar kommunu.
Sagt varð úr Funningsfirði, at á teimum støðunum, sum tey hava ruddað hini árini, var minni rusk at finna í ár. Tað vísur, at tað ger góðan mun at rudda.
Skipanes var við fyri fyrstu ferð, og har var nógv rusk tikið upp. Har varð sagt, at tey ikki fingu tikið alt ruskið, og tí er fjøran í Skipanesi vælegnað til at verða við aftur næsta ár.
Soleiðis var ruskið uppbýtt:
Funningsfjørður: 1500 kg brennbart og 167 kg jarn
Skipanes: 920 kg brennbart og 3 kg jarn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald