Innanlands

Handan av prógvum úti í Grøv

28 næmingar á Tekniska skúla í Klaksvík fingu í morgun handað HT-prógv

2018-06-26 22:34 Author image
Innsent
placeholder

Nú eru 23 ár síðan fyrstu HT-næmingarnir fingu prógv. Bert einaferð hevur veðrið havt við sær at hátíðarhaldið úti í vøkru viðalundini úti í Grøv hevur verið flutt.

Og í morgun var einki undantak, tá næmingar á Tekniska skúla í Klaksvík fingu handað prógv úti í Grøv.

Tilsamans hava 369 næmingar fingið gymnasialt prógv á Tekniska Skúla í Klaksvík.

Eftir trúligu siðvenjuni luttóku blásarar frá Klaksvíkar Hornorkestri. Í ár var Gunnleivur Biskopstø, fyrrverandi HT-næmingur og nú byggifrøðingur gestarøðari.

Elmar í Gong úr A-flokkinum helt næmingarøðuna úti í Grøv og Sólvá Klæmintsdóttir úr B-flokkinum helt næmingarøðuna í seinna partinum av hátíðarhaldinum, sum var á skúlanum.

Aftara rað frá vinstru:
Absalon Sørensen, Dánjal Múller, Martin Breiðastein, Beinir Langgaard, Sigurd í Homrum, Sigmundur Mørkøre og Tóri á Steig Krúnufjall

Fremra rað frá vinstru:
Sólvá Klæmintsdóttir, Sonja Sólheyg Michaelsen, Malan Atladóttir Holm, Malan Debes Joensen, Annika Oddmarsdóttir og Tummas Hansen 

 

Aftara rað frá vinstru: Rani  Eyðfinnsson í Bø, Johannes Biskopstø Klein, Julian Gregersen, Kristian Linklett Mortansson, Jóanis Viderø Petersen, Ari Hansen og Jóhannus Suma Poulsen

Fremra rað frá vinstru: Dánial Klakkstein Thomsen, John Eli Kristmundsson, Dávid Jacobsen, Randi Simonsen, Róhild Dam, Tordis Ingemarsdóttir Johansen, Hjalti Johannesen og Elmar í Gong

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder