Seinnapartin í gjár – um hálvgun fimm tíðina – varð løgreglan boðsend út til gamla kirkjugarð á Svínaryggi í Havn, har ófriður og gangur var av fullum fólkum.
Ein patrúlja fór á staðið og kundi staðfesta, at fullfólk vóru til staðar. Millum annað ein persónur, sum var so drukkin, at løgreglufólkini gjørdu av at fylgja viðkomandi til hús.
Tá politistarnir komu aftur í kirkjugarðin uppstóð onkur ósemja millum partarnar, og ósemjan gjørdist so uppøst, at ein maður spýtti á ein av politistunum.
Hetta er brot á grein 119 í revsilógini, sum snýr seg um at hótta ella fremja harðskap móti persóni, ið útinnur honum alment álagda tænastu- ella starvsskyldu (tjenestemand i funktion). Brot á hesa reglu gevur sekt og møguliga fongsul upp til átta ár.
Løgreglan handtók mannin, tók hann á støðina, har hann varð skuldsettur og seinni leyslatin aftur, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald