Innanlands

Hanna Vang nýggjur umboðsmaður

Nýggi løgtingsins umboðsmaður er 41 ár og tekur við embætinum á nýggjárinum

2020-10-09 10:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroya Løgting hevur fyri løtu síðani - einmælt - valt Hannu Vang til løgtsins umboðsmann fyri komandi fimm ára starvsskeið, sum byrjar 1. januar 2021.

Hanna Vang starvast í løtuni í Føroya rætti sum rætsassessor, rættarhjásiti.

Sólja í Ólavstovu hevur verið løgtingsins umboðsmaður í 15 ár. Í summar boðaði hon formansskapinum á tingi frá, at hon ikki var sinnað at taka eitt tørn afturat.

Síðan hevur formansskapurin leitað eftir einum nýggjum umboðsmanni. Starvið sum umboðsmaður verður ikki lýst leyst, men tað er formansskapurin, sum leitar eftir einum egnaðum kandidati.

Í dag var so skotið upp fyri tinginum at velja Hannu Vang til nýggjan umboðsmann. Og allir 31 tinglimirnir, sum vóru til staðar á fundinum í dag, tóku undir við uppskotinum.

Av tí at elektroniska skipanin í løgtinginum er svikalig, varð atkvøtt við navnakalli. Løgtingsformaðurin legði afturat, at sami atkvøðuháttur eisini mátti takast í brúk, tá Sólja í Ólavsstovu varð vald fyri 15 árum síðani.

Hanna er útbúgvin løgfrøðingur frá Universitetinum í Keypmannahavn í 2005. Frá 2005 til 2010 hevur hon starvast sum politifulltrúi/almennur ákæri, har hon eisini fekk advokattilnevning í 2010. Frá 2010 til 2012 hevur Hanna verið adjunktur í løgfrøði á Fróðskaparsetrinum.

Í 2012 gjørdist hon dómarafulltrúi við Føroya Rætt, og síðani 2018 hevur hon starvast sum rættsassessor. Í tíðini 2015 til 2019 hevur Hanna eisini verið knýtt at Fasta Gerðarætti, lutvíst sum formaður men eisini sum dómari.

Hanna er 41 ára gomul, gift og eigur tvey børn. Hon tekur við embætinum 1. januar 2021.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder