Mentan

Hans í Líðini farin í annan sjógv at rógva

Til minnis um úrmælingin Hans Jákup í Líðini

2021-06-11 21:35 Author image
Minningarorð / Høgni Hoydal
placeholder

Til minnis um úrmælingin Hans Jákup í Líðini

f. 19.01.1955 – d. 05.06.2021

Syrgiliga bórust tey boðini fyri okkum fram. At Hans í Líðini so brádliga varð tikin úr hesum heimi. Vit vóru takksom at frætta frá Guðruni, hvussu hann stríddist á Ríkissjúkrahúsinum, og allir tankar og allar bønir fóru um hav til Hans og øll hansara.

Ein risi er farin. Og risastórt var hansara verk og virki, hjarta og hugsjón. Sum menniskja, fiskimaður og skipari, vinnulívsmaður, íverkseti, uppfinnari, mentamaður, listamaður, søgumaður, granskari, vágbingur, suðuroyingur, føroyingur, vertskapsmaður og vinur. Og ikki minst sum familjumaður og maður, pápi og abbi.

---

Eg loyvi mær at halda uppá, at ongin, sum hevur hitt og verið saman við Hans í Líðini, nakrantíð hevur gloymt tað. Og at øll eru farin klókari, íblást og ríkari áfram..

Ein persónligheit og originalur av Guds náði. Hendurnar sum trollemmar. Hjartað mjúkt sum summarlotið. Røddin sum brim í bergi, men eisini ljós sum fuglasongur. Ið segði sína hugsan ræðið og greitt og beint fram.

Eitt stórt menniskja, sum varð drivið av hugsjón og kærleika. Til sína heimbygd, sína oyggj og sítt móðurland. Til fólkið, ið skapar virðini, framburðin, mentanina og søguna. Til sínar grannar, vinir og samstarvsfelagar um alt Norðuratlantshav og heimin. Og sterkast til síni næstu og síni kæru.

---

Hans fylti so nógv og rúmaði so nógvum. Fevndi so víða og stakk so djúpt. Hann dró fólk, virksemi og trivnað at sær – sum ein korall á havbotninum.

Hann ferðaðist í tíð og sál lættliga í einum samanhangi ímillum støðugt at skapa nýtt og framburð – og so at halda søguni livandi aftureftir: Vinnusøgu, bygdasøgu,  føroyskar siðir, mál og mentan og útróður – saman við nútímans trolarum, framleiðslu, tøkni, gransking og uppfinning. Hann stríddist fyri at fáa ítróttaumstøður og ikki minst langhyl í Vági, og eggjaði Páli og øðrum svimjarum at fara á hægstu tindar. Samstundis sum hann gjørdi listaverk við róðrarbáti vesturi á Eiðinum.

Eins dugnaligur skipari hann var á Norðurhøvum og í Grønlandi, eins dugnaligur skipari og eins nógv legði hann í Jóhonnu TG326, Grindabátafelagið, søvn og list í Vági. Eins dugnaligur skipari hann var á Brimborg og Varðborg, eins nógv legði hann i snellutúrar við Múlatanga og í útróður og mið og innløgu á heimaleiðum og á Vágsfirði. Og eins væl honum dámdi nútímans rokk-tónleik, dans og nútímans list, eins væl hjúklaði hann um sálmar, kvæðamentan og føroyskan dans. Eins væl og hann skrivaði yrkingar og brøv við síni vøkru handskrift, var hann skjótur á telduni og samskifti dúgliga og fevndi nýggja tøkni.

---

Siti beint her við einum hondskrivaðum brævi, eg fekk frá Hansi í februar mánað (og eg eigi mong teirra). Og á telduni er teldupostsamskifti, sum vit høvdu síðst í apríl, eftir at vit høvdu vitjað suðuri hjá honum á Rock-Trawldoors. Hann skrivar um politikk og tjóðskap, yrkingar og fiskivinnu. Vit samskifta um hansara nýggju lemmar og royndirnar við, at trolarar nú sum lemma trolarar kunnu brúka eins lítla olju og fiska eins nógv, sum tá ið teir partrola. Og fjarstýringina, ið kann flyta stýringina á lemmunum í uppsjóvarfiskiskapi, uttan at hála.

Eg skrivi, at hetta er uppfinning og flogvísindi á høgum støði, og Hans svarar, at hetta er veruliga umhvørvisvernd og grønur politikkur. Og hann vísir á, hvussu tey á lemmavirkinum kempa við at skapa virðini í Føroyum, meðan kappingarstøðan mótvegis útlendskum kapitali og kostnaðum er burturvið. Vit vóru ikki altíð samdir um alt í politikki, men vit hava altíð samskift og sagt okkara hugsan, uttan at óttast fyri, at hin gjørdist firtin.

Og nú eru vit so sára samdir um, at okkum tørvar eina tjóðskaparliga endurreisn, har fólkið og vinnan í hesum landi skal hava somu rættindi og kappingarmøguleikar. Og at náttúruríkidømið er ogn okkara alra í hesum landi.

Og Hans hevur sanniliga útint í verki, ongantíð at geva upp, hóast tað hava verið øgilig bakkøst, mótgongd og stríð í royndunum at byggja virksemi og arbeiðspláss. Hann hevur hildið á, tí hann setti hugsjónirnar, heimbygdina og tjóðina fremst.

---

Hans sigldi um havið so víða. Kendi Føroyagrunnin allan, og kendi Norðuratlantshav sum sín egna lumma. Ikki minst Grønland, har hann í eini 15 ár førdi m.a. Natsek, Malinu-K og Markus-J. Sum reiðari, virkiseigari og stjóri, hevði hann somuleiðis óteljandi sambond um alt landið og úr Murmansk til Hammarfest, Sisiumut, Hull og Kanada. Og sjálvandi til Íslands og Norðfjørðin, haðani lívskærleikin Margrét er.

Hans lýsti einaferð seg sjálvan sum snarsintan og ótolnan, men eisini takksaman, tá ið alt “fellur í hakk”. Men eg havi bert hoyrt fólk – bæði í Grønlandi, Føroyum, Íslandi, Noregi, Russlandi og øðrum londum – ið bera honum allar rósur sum skipari og vinnulívsmaður.

Í eini samrøðu hjá Vinnuhúsinum legði hann dent á, at tað týdningarmesta er at: ”At hava gott fólk afturat sær, tí ein skipari sleppur ikki longur, enn til tað stendur a endunum. Er ongin at loysa endarnar, verður ongin túrur. Tað er bara so greitt, sum tað kann vera”.

---

Loysingarmaður var Hans. Og hann vildi loysa saman við øðrum. Bæði land og tjóð. Og loysa burturúr nýggjum. Loysa úr lagdi. Loysa upp. Finna loysnir. Hann visti, at eitt far má loysa og fólkið umborð má loysa saman, um skipið skal sigla, fáa fong og vinna upp havn í heimsins londum og meldri. Og hann var sannførdur um, at tað loysir seg.

Nú Hans er farin í annan sjógv at rógva. Men alt tað, sum hann loysti, legði upp og legði í, tað livir og grør í komandi og ókomnum tíðum.

Tá ið Jóhanna stevnir út og inn eftir fjørðinum og siglir millum lond við øðrum skiparum. Tá ið grindabátarnir verða flotaðir. Tá ið trolarar, uppsjóvarskip, línuskip, snellubátar og útróðrarbátar leggja fong upp. Tá lemmarnir koma í gálgarnar. Tá ið vit práta um fiskivinnu og lívið í havinum. Tá ið fólk spæla bridge. Gera vælgerandi arbeiði í felagsskapum. Tá ið Nýggjárshaldið og vertskapur er í Vági. Tá ið vit lesa hansara yrkingar og síggja hansara málningar og listaverk. Tá ið vit hava vitjan av fólki og vinum úr okkara grannalondum. Tá ið vit fylgja og stuðla okkara ítróttarfólkum, sum umboða tjóðina kring heimin. Tá ið vit fáa okkum eitt glas og práta millum vinir ella eru í enskum og føroyskum dansi. Og ikki minst, tá ið vit síggja og hitta Margrét, døturnar og abbabørnini...

Tá fer Hans í Líðini at ganga ljóslivandi millum okkara. Og vit fara at hoyra hansara rødd í oyranum, og hugsa um hansara skemt og tos og síggja hansara verk og virki fyri okkum.

---

Góðu Margrét, Guðrun, Karina og Thilda, abbabørnini og øll tykkara. Vegna meg og familjuna og vegna Tjóðveldi, sendi eg tykkum hjartans samkenslukvøður, og ynski tykkum allan styrk og ugga í sorgini.

Við hesum orðum úr yrking hjá abba mínum til ein vinmann, drýpi eg høvur og sendi hesa seinastu heilsan til megnarmannin Hans:

“Eg heilsi tær á ytstu gátt

runnur av teirri rót,

sum kendi heilagt hetta landið,

hav og mold og grót,

í bø og haga livdi tú

í bjørgum og á miðum,

fekk sálarbreyð úr Halgubók,

úr søgn og fornum siðum.”

Høgni Hoydal 


Hans viðmerkti til eina íslendska grein á siglo.is, har skrivað var um eina vitjan hjá Hansi á Siglufirði í ìslandi: “ja tað er at lifa og vera skemmtiligur meðan ein er her, tá ein er farin um sýn er ov seint at vera skemmtiligur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder