2020-06-09 18:10
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Vágs kommuna boðar frá, at í gjár, mánadagin 08.06, var hátíðarløta í Vági í samband við, at Hans Jacob Bech hevur verið í starvi sum havnameistari á Vágs Havn í 15 ár.
Dennis Holm, borgarstjóri, handaði blómur og gávubræv, og takkaði Hans Jacob fyri trúfasta tænastu hjá Vágs Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald