Mentan

Hans Pilgaard hevur sín seinasta fyrilestur í Føroyum í ár

Danin trínur á pall í Norðurlandahúsinum í annaðkvøld klokkan 19 við fyrilestrinum ”Bardagin fyri einum stuttligari lívi”

Til fyrilesturin í Norðurlandahúsinum í mai (Mynd: Jobbe Pilgaard)

Til fyrilesturin í Norðurlandahúsinum í mai (Mynd: Jobbe Pilgaard)

2022-09-13 18:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Lívsgleðin hevur trong kor, í einum heimi av veðurlags vanlukkum, ”vit og tit” kjakið og við forsetum við stórlætiskenslum. Vónin, hýrurin og tann heilhjartaði láturin krevur eina orduliga dagføring og eitt stórt klemm uttan frástøðu.
Ringur hýrur, keðilig tíðindi og dómadagsspádómur stórtrívist, meðan tað kann tykjast sera trupult at síggja ein glaðan útveg fyri ”to-do-listum”, svartskygni og ótta.
Heimurin er ikki tað, sum hann einaferð var… ella er hann?

Soleiðis greiður Hans Pilgaard sjálvur stutt frá bakrgrundini fyri sín fyrilestur, sum hevur heiti ”Bardagin fyri einum stuttligari lívi”

Kendi danski sjónvarpsverturin og journalisturin vitjaði í Føroyum við fyrilestrinum í apríl, og var í SALT á Drelnesi í síðstu viku. Fyrilestrarnir hava fingið góða undirtøku, og talan er um eykasýning í morgin. Nøkur atgongumerki eru eftir, boða fyrireikararnir frá, og tey kunnu fáast á nlh.fo

- Avbjóðingar hava møguliga altíð verið til staðar, og møguliga hava vit longu amboðini til at gera nakað við hetta.
Bardagin fyri einum stuttligari lívi er eitt kvøld við bæði larmandi skemtisøgum og friðarligum, persónligum frásøgnum. Tað er eitt kvøld, har tann sjeyndi sansurin, tann skemtiligi sansurin, verður útgjørdur við

Hetta er seinasti fyrilesturin hjá Hans Pilgaard í Føroyum í ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder