Mentan

Hansina Iversen fær Mentanarvirðisløn Landsins

Hon víðkar hugtaki av hvat føroysk list kann vera

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-02-22 19:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Størsta virðislønin, sum Sirið Stenberg landsstýriskvinna lat í kvøld – Mentanarvirðisløn Landsins – fór til myndlistakvinnuna Hansinu Iversen.

Hansina víðkar hugtakið av, hvat føroysk list kann vera, segði Sirið Stenberg millum annað um non-figurativu málningarnar og steinprentini hjá Hansinu Iversen. 

Við Mentanarvirðisløn Landsins fylgja 150.000 krónur.

Grundgevingin hjá landsstýriskvinnuni er soljóðandi:

Listakvinnan Hansina Iversen hevur víðkað hugtakið um, hvat føroysk málningalist er og kann vera. Hennara støðuga menning og endurnýggjan vísir, at hon er ein listamálari í fremstu røð, og hon er eisini nógv umbiðin bæði uttanlands og her heima. Listakvinnan hevur seinastu árini loyst týdningarmiklar uppgávur og hevur sýnt fram bæði í Føroyum og uttanlands, t.d. í París og í Keypmannahavn.

Hansina Iversen arbeiðir við nonfigurativari list og verkum, ið eru droymandi og poetisk við samansettum litflatum. Hennara málningar og steinprent eru hugtakandi á ein serstakan hátt. Tað er ein serlig kvirra og friður yvir verkunum hjá henni, hóast litir og skap mangan standa í andstøðu hvørt til annað. Verkini byggja á sansan, har litirnir eru tað, sum er tað mest eyðkenda. Í verkunum kannar listakvinnan tað abstrakta, ikki náttúru ella umhvørvi, men heldur linjuna og litirnar.

Fyri sínar eyðsýndu listarligu gávur og tey mongu listaverkini, hon hevur evnað til hegnisliga, fær Hansina Iversen Mentanarvirðisløn landsins 2022.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder