Mentan

Hansina farin í holt við tað purpurlitta

'Purple Rain' er heiti á framsýning hjá Hansinu Iversen, sum letur upp í Steinprenti fríggjadagin

2023-04-19 18:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fríggjadagin 21. apríl klokkan 16 letur ein framsýning upp við nýggjum málningum hjá Hansinu Iversen í Steinprenti.

Listakvinnan, ið herfyri fekk Mentanarvirðisløn Landsins, heldur við sínum nýggju verkum fram ta abstraktu rannsóknarferð, sum hon fór í holtur við einaferð í farnu øld.

Hansina Iversen málar nonfigurativar málningar við margfaldum rundleittum formum. Ljósið skyggir í teimum glógvandi litunum, men skínur eisini í hvíta løriftinum, sum hómast aftan fyri litirnar. Hesi verkini tykjast holdslig – eisini í mun til dynamisku penslastrokini, ið lýsa farvegin av rørslunum hjá listakvinnuni, meðan hon málaði tey.

Umframt rørslurnar í ferðmiklu strokunum, eru málningarnir gjølliga komponeraðir, so at heildin fær eitt merkiliga einfalt og klárt yvirbrá.

Til framsýningina “Purple Rain” hevur Hansina Iversen serliga arbeitt við kobolt violettum, ið er ein serstakur litur – kostnaðarmikil, tí hann er sera konsentreraður og ljósektaður. Við litinum arbeiðir listakvinnan bæði í dýpdini og á yvirflatanum á løriftinum.

Purpurlitti, violetti, bláreyði, lilla liturin hevur sína egnu listasøgu, har hann gjøgnum øldir hevur verið knýttur at konga- og keisaratign, at kirkju og at gandi. Violett sameinir kalt og heitt, andligt og holdborið, bláan himmal og reytt blóð. ‘Purple Rain’ merkir violett regn, og er jú eisini heitið á eini slóðbrótandi poppútgávu hjá Prince í 1984.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder