Innanlands

Hanus á Gørðum nýggjur sjúkrahús- og fongsulsprestur

Klaksvíksingurin tekur við 1. mai, tá hann avloysir Sverra Steinhólm. Harvið skal ein nýggjur sóknarprestur setast í Norðoya vestara prestagjaldi.

Starvið hevur staðið leyst seinastu mánaðirnar (Mynd: folkakirkjan.fo)

Starvið hevur staðið leyst seinastu mánaðirnar (Mynd: folkakirkjan.fo)

2024-04-06 17:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Landsstýriskvinnan í kirkjumálum, Sirið Stenberg, hevur útnevnt Hanus á Gørðum til embætið sum prestur á Landssjúkrahúsinum og í Varðhaldinum frá 1. mai 2024. 

Hesum boðar Fólkakirkjan frá á heimasíðu sínari í dag.

Sverri Steinhólm røkti embætið leingi. Í fjør gjørdist hann fyrsti diakoprestur í Føroyum. Síðani hevur starvið staðið leyst.

Hanus á Gørðum var saman við Símuni Persson Jacobsen prestvígdur í Hvalbiar kirkju í august 2007. Hans Jacob Joensen, sáli, vígdi teir báðar prestar at vera.

- Tað fyrsta árið var Hanus vikarur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi. Síðani 2010 hevur hann verið sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi.

Tá Hanus á Gørðum var innsettur, var talan um eitt sindur serliga innsetan. Hetta tí at Hanus var fyrsti presturin eftir yvirtøkuna av føroysku fólkakirkjuni, sum varð settur í starv sum tænastumaður.

Uni Næs, dómpróstur, skipar Hanus á Gørðum í embætið. Tað verður við gudstænastu í Vesturkirkjuni einaferð í mai, skrivar folkakirkjan.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder