Innanlands

Sverri Steinhólm skipaður í embætið sum diakonprestur

Sunnudagin skipaði Uni Næs, dómpróstur Sverra Steinhólm í embætið sum fyrsti diakonprestur í Føroyum

(Mynd: Fólkakirkjan)

(Mynd: Fólkakirkjan)

2023-10-18 07:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin 15. oktober skipaði Uni Næs, dómpróstur Sverra Steinhólm í embætið sum diakonprestur. Tað var gjørt undir gudstænastuni í Fríðrikskirjuni.

Sverri Steinhólm, ið áður hevur røkt embætið sum sjúkrahús- og fongsulsprestur, er fyrsti diakonprestur í Føroyum.

Uppgávan hansara er at virka millum teirra, sum hava avbjóðingar í gerandisdegnum og gerast sosialt viðbrekin, eitt nú í mun til arbeiðsloysi, bundinskap ella heimloysi, og skal hann virka í samspælinum millum tað einstaka menniskjað og samfelagið.

Fólkakirkjan hevur seinnu árini verið í eini tilgongd at seta fleiri funktiónsprestar at virka við meiri bundnum uppgávum, og setanin av diakonpresti er ein liður í hesum, skrivar fólkakirjan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder