Leygardagin 12. august verður Ljósfest aftur í Vági, og tá fer Hanus G. Johansen at framføra.
– Hanus G. Johansen megnar sum fáur at rúnarbinda eina lurtarafjøld. Fólk kenna vísur hansara, og eyðkenda, djúpa røddin, aftur við góðum guitarleiki, er nóg mikið til at ongin er í iva um, at her er talan um veruligan tónlistamann; ein trubadur.
– Hanus hevur í mong ár verið millum tey fremstu á føroyska tónleikapallinum, og eitt skifti, serliga í áttatiárunum, ferðaðist hann eisini nógv í grannalondum okkara, har hann var virðiligt umboð fyri føroyskan vísisang, skrivar Vágs kommuna m.a. í tíðindaskrivi.
Ljósfest er ein dagur, har list, tónleikur og onnur tiltøk eru á skrá. Umframt Hanus G. Johansen fara Section, og Hjalmar og Dagfinn eisini at framføra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald