Løgreglan hevur enn ikki havt mannin til avhoyringar, sum framdi álvarsligan harðskap móti einum øðrum í sambandi við Tórsfest konsertina, ið varð hildin í Vágsbotni fríggjakvøldið.
Ein persónur varð sligin so álvarsliga í høvdið, at viðkomandi breyt kjálkabeinið.
Løgreglan hevur nú fingið greiði á, hvør illgarðarmaðurin er, men viðkomandi er ikki tikin inn til avhoyringar enn. Løgreglan ætlar fyrst at tosa við persónin, sum varð bukaður, men tann avhoyringin verður ikki fyrr enn í morgin.
Ongin vandi er fyri, at málið kann órógvast, og tí metir løgreglan tað vera ráðiligast at lata ólavsøkuna fara framvið, áðrenn meira verður gjørt við hetta málið, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald