Innanlands

Harðskapsmál í Suðuroy og bardagi í Havn

Í nátt hevur løgreglan í fleiri førum verið noydd at leggja seg uppí, tá fólk eru komin til ilnar

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2020-03-08 11:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Náttin hevur sum heild verið friðarlig, sigur løgreglan í morgun. Men kortini hava tey verið noydd at leggja seg millum í fleiri førum, har fólk eru komin til ilnar.

Fyrstu ferð var í Suðuroynni, har løgreglan varð boðsend til eitt skeinkistað, har nakrir mans vóru komnir til ilnar. 

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at ein teirra er skuldsettur fyri harðskap, og verður málið kannað nærri seinni í dag.

Klokkan fýra mátti løgreglan aftur leggja seg uppí í sambandi við einum bardaga uttanfyri eina matstovu í høvuðsstaðnum.

Løgreglan fekk skilt partarnar at, og ein teirra var so ólátaður, at hann varð tikin við á politistøðini, har hann kundi sova rúsin av sær. Viðkomandi hevur síðani fingið bót fyri brot á politiviðtøkurnar.

Um klokkan fimm kom løgreglan eisini fram á ein stuttleikabát í Vágsbotni. Báturin hoyrdi ikki heima í Havn, og eingin umborð á bátinum var edrúur, sigur løgreglan. Av trygdarávum steðgaði løgreglan tí motorinum og tók lyklarnar við sær, og kunnu teir avheintast har av eigaranum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder