Tey bæði ungu fólkini, sum eru skuldsett fyri harðskap móti tríggjar mánaðum gomlum barni, skulu sita í varðhaldi í fýra vikur afturat.
Tað var síðst í oktober mánað, at maðurin og kvinnan vóru handtikin, og síðan hava tey sitið varðhaldsfongslaði.
Í morgun varð varðhaldsfongslingin so aftur longd.
Føroya rættur gav ákæruvaldinum viðhald í, at fólkini skulu sita fýra vikur afturat í Mjørkadali, veit Kringvarpið.
Skuldsetingin er eftir grein 246, sum er um grovasta harðskapin, sum kann geva fongsul upp í 10 ár.
Les eisini: Skuldsett fyri grovan harðskap móti barninum
Les eisini: Fongslingin longd í fýra vikur
Les eisini: Tvey fólk fongslað fyri harðskap móti barni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald