Innanlands

Tvey fólk fongslað fyri harðskap móti barni

Vórðu fongslað í grundlógarhoyri fyri afturlatnum hurðum fyri góðari viku síðan

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-11-02 18:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tvey fólk sita í løtuni varðhaldsfongslað í einum rættiliga álvarsligum máli um harðskap.

Løgreglan váttar fyri Portalinum, at løgreglan herfyri handtók tvey fólk, sum í síðstu viku vórðu framstillað í grundlógarhoyri fyri afturlatnum hurðum, har tey vórðu fongslað, fyribils í 14 dagar.

Talan er um eitt álvarsligt harðskapsmál, og løgreglan váttar eisini, at talan er um harðskap móti einum barni.

Meira vil løgreglan ikki siga í løtuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder