2020-04-17 15:39
Ein harður samanstoytur hendi nakað fyri klokkan tvey seinnapartin við brúnna um Streymin.
Ein bilur kom koyrandi oman eftir tunnilsvegnum og skuldi yvir um brúnna, tá hann rendi á ein annan bil, ið koyrdi út á høvuðsvegnum frá Norðskála.
Samanstoyturin var so mikið harður, at báðir bilarnir gjørdust vrak, og nummarpláturnar vórðu kliptir av teimum.
Sjúkrabilur var eisini á staðnum, og minst ein persónur varð koyrdur á sjúkrahúsið til kanningar. Løgreglan hevur í løtuni ikki fulla greiði á hvussu nógvir persónar vóru við í óhappinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald