Innanlands

Harmonikusamanstoytur við Gomlurætt í morgun

Tríggir bilar vóru íblandaðir - eingin mansskaði var

Ferðsluóhapp seta sín keðiliga dám á í hesi vikuni - annar harmonikusamanstoytur uppá minni enn tvey samdøgur fór fram í morgun

Ferðsluóhapp seta sín keðiliga dám á í hesi vikuni - annar harmonikusamanstoytur uppá minni enn tvey samdøgur fór fram í morgun

2019-12-20 10:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Løgreglan upplýsir, at í morgun fór ein harmonikusamanstoytur fram við Gomlurætt,. Ein bilførari noyddist brádliga at bremsa, og tað kom óvart á bilarnar aftanfyri. "Bilur nummar tvey" rendi í tann fyrsta, og "bilur numar trý" rendi síðani í reyvina á bili nummar tvey. 

Hetta hevði við sær skaða á bilarnar men ikki á bilførarnar. Ein annar harmonikusamanstoytur var í Skálafirði mikudagin, og sambært løgregluni er hetta ikki óvanligt í desember mánaði. Orsøkin er, at ferðslan er nógv uppundir jól, og ofta hava bilførarnir skund og eru óansnir. 

Í gjár fekk ein bilur skaða í Kollafirði. Bilførarin varð noyddur at venda út ímóti bilverjuni á høgru síðu, fyri ikki at koma ímillum tveir lastbilar, ið komu frá hvør sínari síðu. Annar lastbilurin, ið ikki megnaði at bremsa, rendi á persónbilin, ið fekk stóran skaða. Eins og í morgun var eingin persónsskaði. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder