Uttanlands

Harris vil ikki kjakast á Fox News

Ósemja er millum Trump og Harris um, nær og hvar næsta kjakið eigur at vera

Kamala Harris, varaforseti og forsetavalevni hjá Demokratunum (Mynd: EPA)

Kamala Harris, varaforseti og forsetavalevni hjá Demokratunum (Mynd: EPA)

2024-08-04 10:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Varaforsetin Kamala Harris, sum herfyri tryggjaði sær neyðugu atkvøðurnar at gerast forsetavalevni hjá Demokratunum, ætlar sær ikki at kjakast við Donald Trump, forsetavalevni hjá Republikanaranum á Fox News, skriva amerikanskir miðlar.

Les eisini: Trump til reiðar at kjakast við Kamalu Harris

Trump hevur boðað frá, at hann hevur gjørt avtalu við Fox News um eitt kjak 4. september, hóast avtala longu var gjørd við ABC um eitt kjak 10. september - hetta tó meðan Joe Biden enn var valevni.

Michael Tyler, samskiftisleiðari fyri valstríðið hjá Kamalu Harris sigur, at Harris ætlar sær at møta upp til kjakið á ABC 10. september, og at Trump eigur at gera tað sama.

– Donald Trump er bangin og roynir at sleppa undan einum kjaki, hann longu hevur gjørt avtalu um, og hann rennur beint til Fox News fyri at fáa hjálp, sigur Tyler.

Lagt verður afturat, at tey í toyminum hjá Harris fegin vilja umrøða møguleikar fyri at hava fleiri kjak aftaná 10. september.

Trump hevur hinvegin sagt, at hann bert vil kjakast við Harris, um tað verður á Fox News 4. september, og er avtalan um 10. september ikki longur galdandi, av tí at Biden ikki longur er valevni hjá Demokratunum.

– Vit síggjast 4. september, ella so síggjast vit ikki, skrivar hann á sín egna sosiala miðil Truth Social og leggur afturat:

– Vit verða á Fox, um hon møtir upp.

Sjálv sigur Harris á sosialu miðlunum:

– Eg verði har 10. september, sum hann hevur gjørt avtalu um. Eg vóni at síggja hann har.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder