Uttanlands

Harry og Meghan mistu eitt barn í summar

– At missa eitt barn er at bera eina næstan ótolandi sorg, sum so nógv hava upplivað men fá tosa um, sigur 39 ára gamla Meghan, sum greiðir frá hendingini í einari klummu í The New York Times

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-11-25 14:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Harry prinsur og hertogafrúan Meghan mistu eitt barn í summar. Tað avdúkar Meghan sjálv í klummu, sum amerikanski miðilin The New York Times hevur útgivið í dag.

– Eg visti, meðan eg helt um mítt fyrstafødda barn, at eg misti mítt næsta, skrivar hon í klummuni, sum snýr seg um at missa. Søgan hevur longu vakt ans kring heimin.

Tað var í juli, meðan Meghan var í ferð við at skifta sonin Archie, sum tá var um 14-15 mánaðir, at hon brádliga føldi eina ógvusliga pínu í búkinum. Pínan var so ógvuslig, at hon datt niður á gólv við soninum í ørmunum. Nakrar fáar tímar seinni lá hon á sjúkrahúsinum.

– At missa eitt barn er at bera eina næstan ótolandi sorg, sum so nógv hava upplivað men fá tosa um, sigur 39 ára gamla Meghan, sum undirstrikar týdningin av at spyrja fólk, hvussu tey hava tað – um tey eru okay.

– Hetta árið hevur lagt stórt trýst á nógv, skrivar hon.

Sambært TV2 nevnir hon einki um, hvussu langt hon var komin, tá hon misti barnið. Sonur Harry og Meghan, Archie, varð føddur 6. mai í 2019. Tey trý fluttu til USA fyrst í hesum árinum, eftir at tey høvdu tikið avgerð um at gevast sum framtraðkandi limir í bretska kongshúsinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder