Uttanlands

Harry prinsur: Tað var ikki nøkur løtt avgerð

– Eg veit, at eg ikki altíð havi gjørt tað rætta, men í hesum førinum vóru ikki aðrir møguleikar, segði hann um avgerðina hjá sær og Meghan um at gevast sum framtaðkandi limir í kongshúsinum

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2020-01-20 10:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað var ikki nøkur løtt avgerð, og tað tók fleiri mánaðir, áðrenn Harry prinsur og hertogafrúan Meghan tóku avgerð um at gevast sum framtraðkandi limir í bretska kongshúsinum.

Tað segði Harry prinsur sunnukvøldið, tá hann helt røðu fyri ein av sínum vælgerðarfelagsskapum, Sentebale. Hetta var eisini fyrstu ferð, at Harry úttalaði seg, eftir at Elizabeth drotning boðaði frá, at Meghan og Harry fóru at missa síni kongaligu heiti, fíggjarliga stuðulin og sínar kongaligu skyldur.

Harry prinsur segði, at hann harmast um støðuna, men at eingin annar útvegur var.

– Eg veit, at eg ikki altíð havi gjørt tað rætta, men í hesum førinum vóru ikki aðrir møguleikar, segði hann í røðuni, sum er almannakunngjørd á Twitter.

– Eg vil gera greitt, at vit ikki bara rýma, vit fara íhvussusoer ikki frá tykkum. Okkara vón var, at vit kundu halda fram við at tæna drotningini, bretska samveldinum og mínar hernaðarskyldur, tó uttan fíggjarligan stuðul. Hetta var tíverri ikki ein møguleiki.

Við hesum váttar prinsurin, at tað var drotningin, sum tók avgerð um, at Harry prinsur og hertogafrúan Meghan skuldu missa síni kongaligu heiti og skyldur.

Les eisini: Harry og Meghan missa síni kongaligu heiti

Prinsurin legði afturat, at hann altíð fer at hava stóra virðing fyri ommu síni, og er hann takksamur fyri tann stuðulin, sum hann og Meghan hava fingið frá henni og restina av familjuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder