Harry prinsur og hertogafrúan Meghan fara at missa síni kongaligu heiti, og fara tey ikki longur at fáa pengar frá tí almenna. Umframt hetta fara tey heldur ikki at vera umboð hjá drotningini.
Allar hesar broytingarnar koma í gildi í vár, boðar Buckingham Palace frá í tíðindaskrivi í morgun sambært BBC.
Fráboðanin kemur eftir at Harry og Meghan boðaðu frá, at tey ikki longur ynsktu at vera framtraðkandi limir í bretska kongshúsinum, umframt at tey ynsktu at deila tíðina millum Bretland og Norðuramerika.
Les eisini: Meghan og Harry bakka
Elizabeth drotning hevur síðani havt fund við parið og restina av kongafamiljuni um støðuna, og eru tey komin fram til hesa loysnina.
Sambært drotningini hevur verið tosað um støðuna hjá Harry og Meghan í fleiri mánaðir, og fegnast hon um, at tey saman hava funnið eina "konstruktiva og stuðlandi loysn fyri Harry og familju hansara".
Harry, Meghan og Archie fara altíð at vera limir í familjuni, sigur drotningin, sum eisini takkar teimum fyri teirra arbeiði, og leggur hon afturat, at hon er serstakliga errin av Meghan fyri, hvussu skjótt hon gjørdst partur av familjuni.
Les eisini: Madame Tussauds flutt Meghan og Harry burtur frá kongafamiljuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald