2020-03-23 09:22
Filmsframleiðarin Harvey Weinstein, sum 11. mars varð dømdur 23 ára fongsulsrevsing fyri neyðtøku og annan kynsligan ágang, er vorðin kannaður fyri koronasmittuna COVID-19, og úrslitið var positivt.
68 ára gamli Harvey Weinstein sat avbyrgdur í Wende Correctional Facility fongslinum eystanfyri býin Buffalo í New York.
Tvey onnur í fongslinum hava eisini fingið staðfest koronasmittuna, og fleiri fangavørðar eru settir í sóttarhald.
Sambært DR, hevur Harvey Weinstein eisini diabetes og ov høgt blóðtrýst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald