Uttanlands

Harvey Weinstein dømdur 23 ár í fongsul

Funnin sekur í farna mánaði – í dag fall revsingin

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-03-11 19:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein dómstólur í New York dømdi í fyrrverandi filmsframleiðaran, Harvey Weinstein, 23 ára fongsulsrevsing fyri neyðtøku og kynsliga valdsgerð. Tað skrivar Reuters tíðindastovan.

24. februar var Weinstein dømdur sekur, men sjálv revsingin fall ikki fyrr enn í dag.

Les eisini: Harvey Weinstein funnin sekur 

Nevningatingið fríkendi Weinstein fyri fleiri av teimum álvarsligu ákærunum um hóp-vadsgerðir av kynsligum slag, sum kundi givið lívstíðardóm.

Meðan Weinstein varð frídømdur fyri neyðtøku av fyrsta stigi, tey kalla, varð hann funnin sekur í neyðtøku av triðja stigi.

Ein sokallað neyðtøka av triðja stigi, fatast í amerikansku rættarksipanini við, at offurið týðuliga hevur sagt nei, men at neyðtøkan ikki er hend undir umstøðum við ”álvarsligum hóttanum, vandamiklum vápnum ella burturræning”.

Tá dómurin varð sagdur, boðaðu advokatarnir hjá Weinstein frá, at hann fer at kæra dómin.

67 ára gamli Harvey Weinstein er føddur í New York í 1952. Hann stovnaði felagið Miramax saman við bróðuri sínum, Bob Weinstein, í 1969. Teir funnu fyrsta Oscar við danska filminum ”Pelle Erobreren”.

Harvey Weinstein er skuldsettur av yvir 80 kvinnum, ið hava skuldsett hann fyri kynsligan ágang. Ákærurnar spenna vítt, og snúgva seg um alt frá óhóskandi viðmerkingum til beinleiðis neyðtøkur.

Harvey Weinstein hevur alla tíðina sagt seg vera ósekan og sigur, at talan var um játtan í øllum førunum.

Tá skuldardómurin varð sagdur í februar, var hann skelkaður:

- Tey orðini hann segði við meg aftur og aftur var: ”Eg eri ósekur, eg eri ósekur, eg eri ósekur. Hvussu kann hetta henda í USA”, segði advokatur hansara, Arthur Aidala, sambært Variety, eftir av dómurin varð sagdur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder