Innanlands

Hasfjord fer í sigling í morgin

Siglir bert fýra dagar um vikuna – týsdag til fríggjadag

(Savnsmynd: Bjarni Enghamar)

(Savnsmynd: Bjarni Enghamar)

2020-05-11 18:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Týsdagin 12. mai fer Hasfjord í farmasigling millum Skopun og Gomlurætt. Talan er um royndarsigling teir fyrstu tríggjar mánaðirnar, og koma møguligar tillagingar eftir hetta.

Strandferðslan hevur í dag kunngjørt ferðaætlanina, og sambært henni verður siglt fýra dagar um vikuna, týsdag til fríggjadag. Fimm túrar verða sigldir hvønn dag, fyrsti túrur av Skopun kl. 08.30 og síðsti túrur av Gomlurætt kl. 15.30.

Akfør til Hasfjord skulu í lastbilarøðina á Gomlurætt, og í bíðirøð 3 í Skopun.

Týsdag til og við fríggjadag skulu akfør yvir fimm metrar bíleggja pláss kl. 08:30 av Skopun við Hasfjord og ikki við Teistanum kl. 08:10. Hetta fyri at gera betri pláss á dekkinum til vanligan pendlaraflutning á Teistanum.

Einans akfør yvir fimm metrar kunnu bíleggja við Hasfjord, men eru tøk pláss á bildekkinum, kunnu tó bilar úr bíðirøð 2 sigla við, treytað av at ferðafólkatalið ikki fer uppum 12 fólk, skrivar ssl.fo

Ferðaætlanin hjá Hashfjord sæst her  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder