Innanlands

Hasfjord fer møguliga ikki í sigling aftur fyrrenn í næsta mánaða

Strandfaraskipið fekk eitt traktordekk um skrúvuna á veg inn í hylin í Skopun. Hendingin hevði elvt til brek á gervið og koblingina og er í løtuni á beding hjá Mest

Væntandi fara bæði hendan og næsta vikan at ganga við hesum arbeiði, og tí siglir Hasfjord fyribils ikki komandi tvær vikurnar, skrivar Strandferðslan á heimasíðu sínari (Mynd: Sverri Egholm)

Væntandi fara bæði hendan og næsta vikan at ganga við hesum arbeiði, og tí siglir Hasfjord fyribils ikki komandi tvær vikurnar, skrivar Strandferðslan á heimasíðu sínari (Mynd: Sverri Egholm)

2022-05-19 18:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað verður framvegis arbeitt við at umvæla skaðan, ið Hasfjord fekk í samband við innsiglingina til Skopunar í síðstu viku.

Skipið fekk eitt traktordekk um skrúvuna týsdagin 10.mai, og Strandferðslan hevur á heimasíðu sínari í vikuni staðfest, at hendingin elvdi til brek á gervið og koblingina.

Væntandi fara bæði hendan og næsta vikan at ganga við hesum arbeiði, og tí siglir Hasfjord fyribils ikki komandi tvær vikurnar, skrivar Strandferðslan.

Harvið verður skipið í fyrsta lagið í silging aftur mánadagin 30. mai


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder