Tað var hósdagin í farnu viku, at Hasfjord bar við land í Skopun orsakað av einum maskinbreki. Skipið varð tí tikið úr sigling til umvælingar, men týsmorgunin fór skipið so í sigling aftur. Sambært Strandferðsluni verður Hasfjord nú aftur tikin úr sigling um vikuskiftið.
Tá Hasfjord verður liðugur í sigling í dag, skal skipið á beding, og sostatt verður eingin sigling á leið 85 leygardagin og sunnudagin, skrivar Strandferðslan á heimasíðuna.
Í hesum sambandi verður, eins og í farnu viku, víst til bíleggingarskipanini fyri leið 60, sum verður gjørd klár til bíleggingar fyri størri akfør.
Eftir ætlan byrjar Hasfjord aftur í sigling á leið 85 mánamorgun, og siglt verður sambært ferðaætlanini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald