Skipið, sum Strandferðslan keypti í desember 2019, fer í næstu viku av landinum og kemur ongantíð aftur. Tað skal upphøgast.
Smápartafelagið 12-08-09 keypti Hasfjord í fjør fyri 410.000 krónur. Talan er um eitt felag, ið tekst við júst upphøgging, so hetta hevur verið á veg.
Hasfjord verður í næstu viku sleipaður av Strondum á Skála, har hann verðir høgdur upp. Hetta veit Kringvarpið í dag, og skrivað verður víðari at jarnið av 49-ára gamla skipinum skal til Turkalands, umvegis Danmark
Tað er ikki greitt, hvussu nógv 12-08-09 fær fyri Hasfjord. Skipið var í sigling í Føroyum í nøkur ár. Tað skuldi sigla við tungum farmi til Sandoynna og gjørdi hetta í nøkur ár.
Hasfjord kostaði landinum umleið 30 milliónir við øllum, upplýsir Kringvarpið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald